Tað eru um 28.000 ymisk fiskasløg til, og 247 teirra eru at finna um okkara leiðir. Summi fiskasløg liva í fjøruni, summi inni við land og onnur úti á opnum havi.
Allar fiskamyndirnar á píkasjey.fo eru tiknar antin á Føroya Sjósavni ella í sambandi við arbeiði á savninum. Tað eru starvsfólkini á Sjósavninum og onnur, sum eru knýtt at savninum, ið hava tikið flottu myndirnar.