Evni
Firvaldur byrjar lívið í einum eggi. Hann umskapast fyrst frá eggi til ormveru og síðan frá ormveru til reiv-veru. At enda umskapast hann frá reivveru til vaksnan firvald.
Um tú ert eitt dýr, er tað ikki líkamikið, hvønn lit tú hevur. Litirnir siga nakað um, hvar dýrini liva og hvussu.
Veitst tú av, at dýr eru meistarar í at krógva seg? Nógv tey flestu dýrini royna at krógva seg og fella saman við umhvørvinum, har tey liva.
Fjaðrar? KEKK! Eina lætta beinagrind? KEKK! Og stórir bringuvøddar? KEKK, KEKK!
Í Føroyum er eitt sjósavn – Føroya Sjósavn. Á Sjósavninum ber til at lúra í heimin undir sjónum og uppliva og læra um dýr og plantur, ið har liva.
Øll tindadýr hava smáar kálkplátur uttan á kroppinum. Á smáu kálkplátunum kunnu sita tindar, og tí verða dýrini í hesum bólki nevnd tindadýr.
Krabbi skiftir ham, tá ið hann veksur. Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami.
Heiðafuglur hevur reiður í haganum. Flest allur heiðafuglur finnur føði í haganum og niðri í fjøruni. Les meira um heiðafugl her!
Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð.
Hóast 71 % av jarðarflatanum er hav, eru bara 3 % av heimsins fuglasløgum sjófuglur. Í Føroyum er heilt nógvur sjófuglur, tí her er nógv føði í sjónum.
Visti tú, at fiskur hevur ein luftlumma, sum hjálpir honum at halda seg uppi í sjónum? Les meira her!
Tey flestu dýrini hava 5 sansir. Tey síggja, hoyra, føla, smakka og lukta. Men flestu fiskar hava eitt sansagagn afturat ...
Ryggleys dýr hava onga beinagrind eins og vit, og tí hava tey heldur ongan rygg. Les meira her!