Smáfuglur

Flestu smáfuglar eru spurvafuglar. Teir hava allir langan fót-legg og eina tá, sum vendir aftureftir, og tríggjar tær, sum venda frameftir.

Táin, sum vendir aftureftir, verður nevnd baktáin. Hon er stór og liðilig og væl egnað at taka um greinar, tá ið fuglurin situr í trøum.

Stari er nógv tann vanligasti smáfuglurin, sum eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Stari er nógv tann vanligasti smáfuglurin, sum eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Urtagarðar og viðarlundir

Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð. Urtagarðar og viðarlundir eru góð støð hjá nýggju sløgunum at seta búgv.

Við tíðini síggjast hesir fuglar eisini á støðum, har ongi trø og runnar vaksa. Tí er smáfuglur eisini at síggja millum heiðafugl og fugl í fuglabjørgum.

Føroyar eru norðasta staðið, har fleiri av fuglasløgunum, sum síggjast í viðarlundum og urtagørðum, eru.

Gráspurvur heldur mest til millum hús og livir tí tætt at menniskjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur heldur mest til millum hús og livir tí tætt at menniskjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Vanligasti smáfuglur, sum eigur í Føroyum:

Stari . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .  25.000 pør
Gráspurvur . . . . . . . . . . . . . . . . 2.700 pør
Grátítlingur . . . . . . . . . . . . . . . . 2.500 pør
Títlingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.500 pør
Steinstólpa . . . . . . . . . . . . . . . . . 1.500 pør
Músabróðir . . . . . . . . . . . . . . . . . . 725 pør
Kvørkveggja . . . . . . . . . . . . . . . . . 600 pør

Onnur sløg, eitt nú bringureyði, óðinshani, Erla kongsdóttir, lerkur og svala, eiga eisini í Føroyum, men pørini eru fá í tali, einans 2-15.

Músabróður er minsti fuglur, sum eigur í Føroyum. Hann er einans 12 sentimetrar langur og vigar 9-10 gram. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróður er minsti fuglur, sum eigur í Føroyum. Hann er einans 12 sentimetrar langur og vigar 9-10 gram. Mynd: Hans Eli Sivertsen


Smáfuglur