Heiðafuglur

Heiðafuglur er fuglur, sum hevur reiður í haganum. Flest allur heiðafuglur finnur føði í haganum og niðri í fjøruni.

Summir heiðafuglar eru tó sjófuglar, til dømis kjógvi og likka, og tað merkir, at teir finna føði sína á sjónum.

Kjógvi er heiðafuglur, men eisini sjófuglur, tí hann finnur føði sína á sjónum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Kjógvi er heiðafuglur, men eisini sjófuglur, tí hann finnur føði sína á sjónum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Flestur fuglasløg, umleið 90 %, halda seg til sama makan alla bútíðina, meðan teir reiðrast, og summi enntá alt lívið. Til dømis hava heiðafuglar sum ravnur, grágás, smyril og lógv sama makan alt lívið.

Bein og nev

Hvussu teir liva og øki, har heiðafuglurin býr, eru avgerandi fyri, hvussu nev og bein á teimum síggja út:

Vaðfuglur, sum livir av dýrum í mold, sandi og undir steinum, má hava langt nev fyri at fáa fatur á føðini. Hann hevur eisini long bein, so hann kann vaða (vassa) í vatni.

Vaðfuglur langt nev og long bein. Mynd: Savnsmynd

Vaðfuglur langt nev og long bein. Mynd: Savnsmynd

Rovfuglur hevur sterkt nev, so hann kann skræða kjøt sundur. Við sterku klørnum á beinunum kann fuglurin taka um fongin og drepa hann.

Rovfuglur hevur sterkt nev og sterkar kløur. Mynd: Savnsmynd

Rovfuglur hevur sterkt nev og sterkar kløur. Mynd: Savnsmynd

Antarfuglur livir í vatni og hevur tí fitjur. Breiða og flata nevið brúkar hann at sutla og síla smádýr og plantur úr vatninum.

 Antarfuglur hevur breitt nev og fitjur. Mynd: Savnsmynd

 Antarfuglur hevur breitt nev og fitjur. Mynd: Savnsmynd

Flytifuglur

Ein stórur partur av heiðafugli er flytifuglur. Hann er einans í Føroyum um summarið, tá ið hann reiðrast. Um veturin flýgur hann til heitari lond at vera.

Summir fuglar flyta ikki so langt burtur. Til dømis flúgva tey flestu tjøldrini til Wales í Bretlandi. Aðrir flúgva langa leið, eitt nú spógvi, sum fer heilt suður til Vesturafrika um veturin.


Heiðafuglur