Sansirnir hjá fiski

Tey flestu dýrini hava 5 sansir. Tey kunnu síggja, hoyra, føla, smakka og lukta. Men flestu fiskar hava eitt ógvuliga følið sansagagn afturat, sum nevnist strikan.

Við strikuni følir fiskurin trýst frá sjálvt smáum rørslum í sjónum. Rørslurnar kunnu t.d. koma frá fongi nær hjá ella einum ránfiski, sum nærkast.

Ljósa strikan á síðuni hjá upsa er eitt ógvuliga følið sansagang, sum nevnist strikan. Strikan hjálpir fiskinum at føla trýst frá sjálvt smáum rørslum í sjónum. Mynd: Hans Elis Sivertsen, Føroya Sjósavn

Ljósa strikan á síðuni hjá upsa er eitt ógvuliga følið sansagang, sum nevnist strikan. Strikan hjálpir fiskinum at føla trýst frá sjálvt smáum rørslum í sjónum. Mynd: Hans Elis Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tá ið fiskur svimur í sjónum, sendir hann út trýst­aldur. Aldurnar verða kastaðar aftur sum eitt ekkó, um tær raka t.d. ein stein ella ein annan fisk. Strikan hjálpir soleiðis fiskinum at gera sær eina mynd av umhvørvinum.

Strikan er tí eitt ógvuliga týdningarmikið sansagagn hjá fiski. Royndir hava enntá víst, at blindur fiskur kann klára seg bara við strikuni. 

Nytrur

Fiskur hevur hoyrn. Inni í høvdinum eru trý holrúm við sansingartræðrum. Ein nytra er í hvørjum holrúmi. Nytrur eru harðir kálk­kendir lutir í høvdinum á fiski. 

Fiskurin brúkar tvær nytrur at hoyra við. Tann triðja sigur fiskinum, hvat er upp, og hvat er niður í sjónum.

Tað er ymiskt, hvussu væl tey ymsu fiskasløgini hoyra, t.d. hoyrir silda fiskur væl, tí oyruni á honum hava samband við sundmagan, sum virkar sum eitt slag av trummuhinnu.

Nytrur. Mynd: Hans Elis Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nytrur. Mynd: Hans Elis Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hvussu gamal ert tú?

Til ber at lesa aldurin á fiski á nytrunum. Tær eru gjørdar úr kálki og gera vakstrarringar, so hvørt fiskurin veksur. Tvíprikkutur stubbi verður t.d. 2 ára gamal, hýsa 20 ára gomul og kongafiskur meira enn 40 ára gamal. Undir Føroyum er búr­fiskur tó tann fiskurin, sum livir longst. Hann verður næstan 150 ára gamal. 

Sær best í ljósi

Fiskur, sum veiðir nær vatnskorpuni, sær best. Har er nógv ljós, og tí ber til at síggja fongin. Longri niður vit koma, minni ljós er, og tí má fiskur brúka aðrar sansir, tá ið hann veiðir.

Sjónin stýrir litinum

Flatfiskur sum skrubba, tunga og hvasskvoysa dugir væl at broyta lit og mynstur, so hann fellir saman við botninum. Tað er sjónin á fiskinum, sum stýrir litskiftinum. 

Tunga kann veruliga sigast at vera havsins kameliónur. Hon kann broyta lit og mynstur eftir fáum sekundum. Hon dugir væl at laga seg eftir umhvørvinum og kann tí vera rættiliga ring at fáa eyga á. 

Tunga kann broyta lit og mynstur eftir fáum sekundum. Sært tú hana? Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tunga kann broyta lit og mynstur eftir fáum sekundum. Sært tú hana? Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tevsansur

Fiskur hevur vanliga góðan tevsans. Næsagluggarnir sita beint framman fyri eyguni og leiða inn til hvør sína holu, sum er sett við tevkyknum.

Nógvur fiskur brúkar tevsansin at finnna føði við og tí hevur tevsansurin stóran týdning fyri fiskin. 

Serliga hevur botnfiskur ótrúliga góðan tevsans. Royndir vísa, at t.d. állur tevjar sjálvt eittans mýl av einum luktevni! Og tí hevur hann brúk fyri, tá ið hann leitar sær føði í myrkri og í mórutum vatni. 

Grunn-nøs

Toskafiskur, sum eitt nú toskur, hýsa og longa, hava grunnnøs. Grunnnøsin er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski.

Ungur upsi hevur eisini grunnnøs. Grunnnøsina brúkar toskafiskur til at smakka seg fram til føðina.

Longa er toskafiskur og hevur grunnnøs eins og toskur og hýsa. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Longa er toskafiskur og hevur grunnnøs eins og toskur og hýsa. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn