Løttu, tunnu fjaðrarnar halda fuglin heitan og turran og gera, at fuglurin kann flúgva. Tær prýða eisini fuglin og gera hann sermerktan.
Fuglur hevur tvey sløg av fjaðrum:
Dún: heldur fuglin heitan (bjálvar)
Fjaðrar: verja móti vindi og regni og gera, at fuglurin kann flúgva
Lætta beinagrindin
Beinagrindin á fugli er sera løtt. Flestu beinini eru holað innan. Hetta ger, at fuglurin er lættur og tí ikki skal brúka so nógva orku til at flúgva.
Fuglar hava eitt stórt bringubein, har teir stóru vøddarnir eru festir í. Tað eru hesir vøddarnir, sum gera, at fuglur kann flúgva.
Fuglur kann snara høvdinum og hyggja í allar ættir uttan at flyta kroppin - enntá beint aftureftir. Hetta er tí, at hann hevur nógv fleiri geislar í hálsinum enn súgdjór. Men hann kann ikki flyta eyguni, eins og vit kunnu.
Flog
Flog merkir bæði at flúgva og veingjavídd. Veingjavídd er longdin millum veingjaoddarnar.
Fuglur kann sveima á vindi. Súla, havhestur og aðrir sveimarar kunnu halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Um teir samstundis veiða sær føði í sjónum, er næstan onki mark fyri, hvussu leingi teir kunnu flúgva. Hesir fuglar hava allir stórt flog.
FLOG hjá sjófugli
- Súla . . . . . . . . . . 170-192 cm
- Likka . . . . . . . . . .135-155 cm
- Havhestur . . . . . . 101-117 cm
- Lomvigi . . . . . . . . . 61-73 cm
- Lundi . . . . . . . . . . 50-60 cm
- Drunnhvíti . . . . . . 38-42 cm