Ryggleys dýr

Ryggleys dýr hava onga beinagrind eins og vit, og tí hava tey heldur ongan rygg. 

Ótrúliga nógv ymisk ryggleys dýr halda til í sjónum við Føroyar.

Hvalspýggja og sjónota eru dømi um ryggleys dýr, tvs at tey hava onga beinagrind. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Hvalspýggja og sjónota eru dømi um ryggleys dýr, tvs at tey hava onga beinagrind. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gongur tú í fjøruni, sært tú marflugur, krabbar, skeljar, gággur og nógvar aðrar løgnar skabningar, ið siga frá einum fjølbroytnum lívið í sjónum og eina millión ára gamla náttúrusøgu.

Rulla niður og síggj fleiri teirra.

Gjar er eitt krabbadýr. Krabbin býr inni í einum kálkhúsi. Krabbin liggur á rygginum inni í húsinum. Tá ið hann vil hava eta, letur hann tvær lúkur up og strekkir beinini úr. So sveiggjar hann við beinunum og fangar tað, sum rekur framvið.&nbsp…

Gjar er eitt krabbadýr. Krabbin býr inni í einum kálkhúsi. Krabbin liggur á rygginum inni í húsinum. Tá ið hann vil hava eta, letur hann tvær lúkur up og strekkir beinini úr. So sveiggjar hann við beinunum og fangar tað, sum rekur framvið. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Skolopendarar undir steini í fjøruni. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Skolopendarar undir steini í fjøruni. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknur eru millum litríkastu dýrini í havinum. Tær eru at finna í øllum heimsins høvum heilt úr vatnskorpuni og niður á meira enn 700 m dýpi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknur eru millum litríkastu dýrini í havinum. Tær eru at finna í øllum heimsins høvum heilt úr vatnskorpuni og niður á meira enn 700 m dýpi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

95% av kroppinum á hvalspýggju er vatn. Á trevsunum á hvalspýggju eru brenninotur við eitri í, sum hon brúkar at veiða við og at verja seg við. Hvalspýggja livir av smáfiski og smádýrum, sum hon doyvir við eitri. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroy…

95% av kroppinum á hvalspýggju er vatn. Á trevsunum á hvalspýggju eru brenninotur við eitri í, sum hon brúkar at veiða við og at verja seg við. Hvalspýggja livir av smáfiski og smádýrum, sum hon doyvir við eitri. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Trælsrassa er tindadýr. Øll tindadýr hava smáar kálkplátur uttan á kroppinum. Á trælsrassu sita kálkpláturnar hvør sær í fimm rásum á kroppinum. 

Trælsrassa er tindadýr. Øll tindadýr hava smáar kálkplátur uttan á kroppinum. Á trælsrassu sita kálkpláturnar hvør sær í fimm rásum á kroppinum. 


Ryggleys dýr