Soleiðis er fiskur bygdur

Vit kunnu bólka fiskar í tveir bólkar: beinfiskar og bróskfiskar

Beinagrindin í fiskaunga er úr bróski. So hvørt sum ungin veksur, legst kálk í bróskið, sum harðnar og verður til bein. 

Trý fiskasløg hava tó beinagrind úr bróski alt lívið; tey eru: hávur, havmús og skøta. 

Heiti á fiski. Tekning: Astrid Andreasen.

Heiti á fiski. Tekning: Astrid Andreasen.

Vøddar

Vøddarnir eru festir í beinagrindina. Teir eru tað av fiskinum, sum vit eta.

Fiskur hevur vanliga ljósar vøddar, tí lítið blóð er í teimum. 

Fiskar, sum svimja skjótt og leingi, hava meira blóð í sær og hava tí reydligar vøddar, t.d. tunfiskur og makrelur.

Sjósíl og laksur hava eisini reyðar vøddar. Tann reyði liturin kemur í hesum føri ikki av blóði, men av einum reyðum evni í krabbadýr­unum, ið fiskarnir eta.

Sjósíl, sum sæst fremst á myndini, hevur reyðar vøddar. Tann reyði liturin kemur av einum reyðum evni í krabbadýr­unum, ið fiskarnir eta. Hitt fiskaslagið á myndini er multa. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Skræða

Húðin á fiski eitur skræða. Í skræðuni eru kyknur, sum gera slím. Slímið ger skræðuna hála, so fiskur glíður betur gjøgnum sjógvin. Slímið verjir eisini fiskin móti lúsum og øðrum sníkum. 

Í summum kyknum í skræðuni eru tinnur. Tá ið ljósið skínur á tinnurnar, glógva tær grønar og blankar. Tað eru serliga fiskar uppi í sjónum, t.d. sild, síl og multa, sum hava tinnur í skræðuni.

Tinnurnar í skræðuni á makreli glógva grønar og blankar, tá ið ljósið skínur á tær. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Tinnurnar í skræðuni á makreli glógva grønar og blankar, tá ið ljósið skínur á tær. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Skifta lit

Litkyknurnar í skræðuni hava antin svart, reytt, gult ella blátt evni í sær. Summir fiskar skifta lit.

Fer toskur t.d. inn í taran, verður hann reyður (reyðfiskur) og er soleiðis betur vardur fyri fíggindum. Tað er litevni í kyknunum, sum tekur seg saman ella breiðist út. Tekur t.d. svarta litevnið seg saman í teimum svørtu litkyknunum, verður fiskurin ljósur.

Nógvir fiskar verða eisini litfagrir í gýtingartíðini. 

Fer toskur inn í taran, verður hann reyður (reyðfiskur) og er soleiðis betur vardur fyri fíggindum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Fer toskur inn í taran, verður hann reyður (reyðfiskur) og er soleiðis betur vardur fyri fíggindum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Roðsla

Í skræðuni eru eisini tunnar beinflísar ella roðsla. Tó hava ikki allir fiskar roðslu.

Í roðsluni eru ár­ringar. Leggur tú roðslu undir sjóneyku, kanst tú telja árringarnar og síggja, hvussu gamal fiskurin er.  

Í skræðuni á hesum fiskinum eru bæði tinnur og roðsla. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Í skræðuni á hesum fiskinum eru bæði tinnur og roðsla. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.