Les um hvussu firvaldur er bygdur og atferðina hjá honum. Um hvussu tú klekir ein summarfugl og hvussu tú kanst lokka ein firvald inn í urtagarðin hjá tær.
Featured
Broytingin frá ormveru til firvald er ein tann ótrúligasta broytingin, sum nøkur livandi vera fer ígjøgnum.
Silkiormur ger ein so sterkan og fínan tráð, at hann verður brúktur til silki, eitt tað vakrasta og fínasta klæði, sum er til.
Firvaldaormverur eta nógv, rættiliga nógv. Hvønn dag eta tær fleiri ferðir sína egnu vekt.
Firvaldur byrjar lívið í einum eggi. Hann umskapast fyrst frá eggi til ormveru og síðan frá ormveru til reiv-veru. At enda umskapast hann frá reivveru til vaksnan firvald.